Starvslýsing skúlaárið 2020-2021

Eitt starv sum lærari verður hervið lýst leyst at søkja í Kvívíkar skúla fyri skúlaárið 2020-2021.
Talan er um eitt lærarastarv í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2020/2021, sum er leyst at seta í samband við avlopstímar.
Starvsbrotið er áleið 0,8-0,9.
Endaliga tímatalið og starvsbrotið verður endaliga ásett 1. september 2020.

 

Søkt verður eftir lærara

  • ið m.a. kann undirvísa í støddfrøði, søgu, kristni, heimstaðarlæru, náttúru og tøkni, alisfrøði/evnafrøði, handaverk og list
  • ið hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum
  • ið leggja dent á mennandi læruumhvørvi, virðiligt samstarv og trivna
  • ið vilja vera við til at menna skúlan á øllum økjum

 

Lærarastørvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi seinast mikudagin 20. mai 2020 klokkan 12:00.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..
Nærri fæst at vita um størvini hjá Høgna V. Warberg, fyrstalærara, á tlf: 29 24 22.
Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni: kvivikarskuli.fo

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook