Uppstillingarfundur og felagsforeldrafundur, sum skúlastýrið skipar fyri

Árligi felagsforeldrafundurin, sum skúlastýrið skipar fyri, verður týskvøldið tann 27. oktobur.

Byrjað verður klokkan 18:30 við ársfrágreiðingini hjá skúlastýrisforkvinnuni.
Eftir ein kaffisteðg hevur Súsanna í Króki kl. 19 ein fyrilestur við heitinum: "Góðir miðlavanar". Súsanna í Króki er útbúgvin cand.mag. í pedagogikki við serritgerð um happing á netinum millum føroyskar fólkaskúlanæmingar. Somuleiðis hevur Súsanna arbeitt hjá Børns Vilkår, har hon m.a. hevur undirvíst lærarum og foreldrum í trivnaði, happing, miðlavanum millum fólkaskúlanæmingar. Nú er hon í starvi hjá SSP, og í fyribyrgjandi arbeiðinum í SSP fylla internetið og sosialu miðlarnir nógv.

Uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið verður aftaná felagsforeldrafundin.

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook