Kunning um korona

Dagføring 15. januar

Leiðreglurnar fyri tey, ið skulu í sóttarhald, eru broyttar. Vit hava tilburðir av korona bæði millum næmingar og lærarar og eru tískil allar stovur raktar. Tit verða tí biðin um at lesa nýggju leiðreglurnar, har stendur m.a. at floksfelagar, ið eru "aðrar kontaktir", ikki skulu í sóttarhald, men skulu lata seg kanna skjótast tilber og 4. dag, umframt vera varin og geva sær far um møgulig sjúkueyðkenni, og lata seg kanna um sjúkueyðkenni vísa seg.

Hetta er tó ikki galdandi fyri tey, ið hava fingið staðfest korona seinastu 6 vikurnar. Tey skulu ikki í sóttarhald og skulu ikki lata seg kanna. Ístaðin skulu tey, um tey fáa sjúkueyðkenni, í sóttarhald til 48 tímar eftir, at tey seinast høvdu sjúkueyðkenni.

Sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus eru t.d. hosta, febur, ella høvuðpínu. Her kunnu tit lesa meira um sjúkueyðkenni

Leiðreglarnar kunnu lesast her:  Sóttarhald

 

 

Dagføring 11. januar

Nú ger korona aftur um seg í skúlanum. Í løtuni hava vit tilburðir í 1.-3. flokki, og í øllum floksstovum eru næmingar í sóttarhaldi, tí onkur í húskinum hevur korona, so møguliga fara nakrir tilburðir at koma afturat komandi dagarnar. Vit kunna um hetta á vikuætlanini hjá einstaka flokkinum. 

Tilmælini frá landslæknanum eru broytt, og hetta merkir m.a., at um ein næmingur fær staðfest korona, fara floksfelagar ikki í sóttarhald, men skulu lata seg testa. Í skrivandi stund vilja vit tí mæla til, at næmingar í 1. - 3. lata seg kanna smb. tilmælunum, og at annars allir næmingar, ið hava sjúkueyðkenni, lata seg kanna og ikki koma í skúla fyrr enn tey hava fingið negativt svar upp á kanningina.

 Niðanfyri kunnu tit lesa tilmælini frá landslæknanum "til aðrar kontaktir"

tilmæli jan22

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Dagføring 11. desembur

Av tí at fleiri tilburðir av korona eru staðfestir í 6.-7. flokki, hevur landslæknanum boðað frá, at 6. - 7. flokkur skal í sóttarhald til og við mikudagin 15. desembur, undantikið tey ið eru koppsett. Tey, ið eru koppsett, skulu tó lata seg kanna sunnu- og týsdagin, og kunnu tey koma í skúla mánadagin, tá tey hava fingið negativt svar. 

Eisini er tilburður staðfestur í 2.-3.flokki, smb. boðum frá landslæknanum skulu hesir næmingar lata seg kanna sunnu- og týsdagin, og kunnu koma í skúla mánadagin, tá tey hava fingið negativt svar. 

Av tí at 1. flokkur er saman við 2.-3. flokki í fríkorterunum og í frítíðarskúlanum, mæla vit eisini til, at næmingar í 1. flokki lata seg kanna. 

 

Dagføring 9. desembur

Í dag var ein næmingur í 6. flokki staðfestur positivur. Næmingurin var síðst í skúla mikudagin 8. des.  Allir næmingar í 6. og 7. flokki skulu tí lata seg kanna skjótast tilber og á 4. og 6. degi.

Vit hava ikki fingið boð frá landslæknanum um, at næmingarnir í 6.-7. flokki skulu í sóttarhald, tískil eru næmingarnir vælkomnir aftur í skúla, tá negativt testsvar fyriliggur.

Eisini hevur kunningarfundur verið í dag, har varð m.a. sagt, at fólkaskúlin og frítíðarskúlin fer heim tann 15. desembur og fer at skipa seg øðrvísi komandi dagarnar. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

 

Dagføring 5. desembur

Áheitan til øll, sum koyra viđ skúlabussinum.

Frá mánadegnum 6 desembur, skulu øll hava masku á í skúlabussinum.

 

Dagføring 23. novembur

Hóast korona enn gerð um seg, er støðan á skúlanum enn góð. Vit halda á við at vísa varsemi og arbeiða fyribyrgjandi. m.a. við at hugsa um frástøðu og reinføri og ikki blanda flokkarnar, tó lata vit, í samráð við Undirvísingarstýrið og Frítíðarskúlan, 1. – 3. flokk vera saman.

Harumframt hevur tað týdning, at næmingar ið hava sjúkueyðkenni lata seg kanna og ikki koma í skúla fyrr enn tey hava fingið negativt svar upp á kanningina.

Vit vilja eisini framvegis, at foreldur boða okkum frá, um næmingar fáa staðfest korona ella fara í sóttarhald.

 

Dagføring 14. novembur

Í samsvar við nýggja vegleiðing til fyribyrging av smittu send til skúlar, eru hesi tiltøk galdandi frá mánadegnum 15. nov.

  • Eingin morgunsangur
  • Næmingar vaska/spritta hendur tá teir koma í skúla og fara heim, umframt hvørt fríkorter
  • Næmingarnir fáa alla undirvísing í flokshølinum ella uttandura
  • Næmingar eru bert saman við sínum flokki
  • Flokkarnir halda fríkorter hvør sær
  • Lærugreinar, har flokkar vanliga eru blandaðir, ella eru í fakhølum eru skipaðar øðrvísi

Harumframt er galdandi, at kenna fólk seg sjúk ella hava sjúkueyðkenni, skulu tey lata seg kanna og ikki koma í skúla, fyrr enn tey hava fingið negativt svar upp á kanningina.

Vit heita eisini á foreldur um at tryggja, at børnini eru ílatin eftr veðrinum, og hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Eisini er umráðandi, at halda fram við at minna næmingarnar á reinføri og frástøðu.

Um næmingar fáa staðfest korona ella fara í sóttarhald ynskja vit, at tit boða flokslærarinum frá. 

 

Dagføring 3. Nov.

Landstýrið hevur sett í verk nýggj koronu-tiltøk. Fyri skúlar stendur m.a “Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur.  Ráðgevandi nevndin innan skúla- og dagstovnaøkið tekur saman við Landslæknanum støðu í hvørjum einstøkum føri.”

Koronusmittan ger ikki um seg í Kvívíkar skúla í løtuni, og letur skúlin tí ikki aftur.

Nú støðan er sum hon er, verður aftur mint á at verða serliga varin. Tað vil m.a. siga, at hevur næmingur sjúkueyðkenni, so mæla vit til, at verða heima og lata seg testa. 

Í skúlanum fylgja vit eisini almennu tilmælinum, og arbeiða smittufyribyrgjandi, hetta merkir m.a. at vit ikki hava morgunsang, og at vit hugsa um frástøðu og reinføri og blanda ikki flokkarnar.

-------

Í løtuni er eingin smittutilburður í skúlanum, men fleiri næmingar eru heima vegna koronustøðuna. Um næmingar fáa sjúkueyðkenni skulu teir halda seg heima og kanna seg skjótast tilber. Um positiv kanning vísir seg, ella um næmingur fer í sóttarhald, vinarliga sigið flokslærarinum frá.

Næmingar, ið hava verið í beinleiðis sambandi við smittaðan persón, og ikki eru koppsettir ella hava havt koronu, skulu smb. landslæknanum í sóttarhald í 10 dagar og lata seg kanna skjótast tilber og 4., 6. og 10. dag, árðenn komið verður aftur í skúla.

Beinleiðis samband merkir, at tú til dømis hevur tikið í hondina á viðkomandi, verið andlit til andlits/í høli saman innanfyri 2 metrar og longri enn 15 minuttir. Landslæknin hevur ábyrgdina av at finna fram til tey, sum hava verið í beinleiðis samband við ein smittaðan persón, og meta um, um tey skulu í sóttarhald.

At vera í sóttarhaldi merkir, at tú skalt vera avbyrgd/ur frá øðrum, so onnur ikki verða smittað. Tú kanst vera heima í sóttarhaldi og hini í húskinum kunnu liva sum vant. Tó skalt tú royna at halda so góða frástøðu og reinføri sum gjørligt.

Í skúlanum taka vit eisini atlit við at fylgja almennu tilmælinum, hetta merkir m.a. at vit ikki hava morgunsang, og at vit hugsa um frástøðu og reinføri og í minsta mun blanda flokkarnar.

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt

Sjúkueyðkenni

Tú fært sjúkueyðkenni millum tveir og 12 dagar eftir, at tú ert smittað/ur. Tey flestu fáa sjúkueyðkenni eftir fimm til sjey døgum. Tó er vanligt, at børn bert fáa mild, fá ella eingin sjúkueyðkenni.

Tey vanligu sjúkueyðkennini eru hesi:

  • Turran hosta
  • Hosta við slími
  • Fepur
  • Høvuðpínu
  • Mistan luktisans
  • Mistan smakkisans
  • Møði
  • Vødda og/ella lið pínu/pínu í kroppinum

Minni vanligu sjúkueyðkenni eru: 

  • Kuldakenska ella kuldaskjálvti
  • Manglandi matarlyst
  • Diarré
  • Kvalma
  • Tipta ella rennandi nøs
  • Trongd/andaneyð og trýst fyri bringuni

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook