Aftur í skúla mikudagin

Vit byrja aftur í skúla eftir tímatalvuni mikudagin 5/1.

Skúlagongdin er framvegis merkt av koronastøðuni.  Vit halda á við at hugsa um frástøðu, góðu vanarnar við handreinføri og vanligum viti og skili. Næmingar, sum eru í sóttarhaldi ella hava havt koronusmittu um jólini, skulu fylgja leiðreglunum frá landslæknanum. Minnist til at boða frá hjá tykkara flokslærara. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook