Føstulávint

føstu1dansa

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mánadagin 28. februar 2022 verður føstulávintshald á skúlanum. Vit fara bæði at sláa tunnu og ring, og kvøða. 

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 08:00 og fáa frí kl. 12.00. Frítíðarskúlin tekur ímóti næmingunum í 1. -3. flokki kl. 12.00, og eta tey matpakkan har. 

7. flokkur skipar fyri, at okkurt leskiligt verður at fáa, og fer eisini at kjósa ársins grýlur. 

Týsdagin 1. mars hava næmingarnir frí! Frítíðarskúlin letur upp kl. 08.00

Mikudagin 2. mars møta næmingarnir kl. 10.00, tó letur skúlin upp kl. 8.00 fyri næmingum, ið hava tørv á at møta fyrr.

Seinastu vikurnar hava vit vant Bjarnabana, og næmingarir hava kvøđi og dansa uppá líviđ. Eisini hava vit mála tunnur, tey stóru hjálptu teimum smáu, og stuttligt var at síggja, hvussu hugagóð tey arbeiddu, fleiri myndir av hesum eru niðanfyri. 

 

føstu1mála

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

føstu2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

føstu3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

føstu4

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook