Finalan í Pangea-støddfrøðikappingini 2022 var í Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin, og Robbin Ørvarodd í 5. flokki endaði á einum 2. plássi. Vit ynskja Robbin hjartaligu tillukku við flotta úrslitinum.
Pangea-støddfrøðikappingin er víðagitin kapping, sum verður hildin á hvørjum ári í 18 londum í Evropa. Talan er um eina stuttliga og avbjóðandi kapping fyri næmingar í 3. til 9. flokki,har næmingarnir kappast á sínum floksstigi.