Skúlastýrið bjóðar til foreldrafund

Góðu foreldur,

Skúlastýrið bjóðar til felags foreldrafund mikudagin tann 7. septembur kl 18.00

Skrá fyri fundin:

  • 18:00-18:15 Elisa Abrahamsen, skúlastýrisforkvinna, bjóðar vælkomin og leggur fram ársfrágreiðingina
  • 18:15-19:00 Snorri Patursson frá Fólkaheilsuráðnum hevur eina framløgu um almennu kostráðini. Nýggju kostráðini slóða fyri sunnari og samstundis umhvørvisvinarligum vanum í sambandi við mat- og drykkjuvørur.
  • 19:00-19:20 Rudi Olsen, skúlaleiðari, greiðir frá hvussu skúlin arbeiðir við nýggju kostráðunum. 
  • 19:20-20:00 Spurningar, prát og okkurt gott til góman


Vit gleða okkum at síggja tykkum 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook