- Heystfrí: frá leygardegnum 8. oktober til sunnudagin 16. oktober
- Jólafrí: frá hósdegnum 22. desember til mánadagin 2. januar
- Páskafrí: frá leygardegnum 1. apríl til mánadagin 10. apríl
- Frídagur: mánadagin 24. apríl
- Flaggdagur: týsdagin 25. apríl
- Dýri biðidagur: fríggjadagin 5. mai
- Kristi himmalferðardagur: hósdagin 18. mai
- Frídagur: Fríggjadagin 19. mai
- 2. hvítusunnudagur: mánadagin 29.mai
- Grundlógardagur: mánadagin 5. juni
- Summarfrítíð: frá hósdegnum 22. juni til týsdagin 15. august
Allir nevndu dagar verða roknaðir sum frídagar. Í skúlaárinum 2022/23 eru 2 dagar, ið leiðsla skúlans leggur sum frídagar í samráð við skúlastýrið sambært § 53, stk. 1, pkt. 1, § 55, stk. 4 og við atliti at § 22, stk.1, pkt. 4 um frítíðarætlan sum partur av undirvísingarætlan skúlans.
Árliga skúladagatalið hjá næmingunum er 193 dagar.
Leiðsla og lærarar skúlans nýta harumframt fimm dagar til fakliga og námsfrøðiliga menning og til at fyrireika komandi skúlaár.
Í minsta lagi tríggir dagar verða lagdir í juni mánað, eftir at næmingarnir eru farnir í summmarferiu, og tveir dagar kunnu verða lagdir í august mánað, áðrenn næmingarnir byrja aftur í skúla.