Hygg, kavin! hann er komin – kjúala hey! fitt flyksingur fúkandi fleyg
Í gjár var av fagrasta veðri í Kvívík, kavi, stilli og sól, og tað fingu vit brúkt til fulnar við einum góðum og stuttligum sletutúri.
7. flokkur var tó ikki við, tey vóru eftir á skúlanum og bakaðu til jólahaldið og hitaðu kaka til køldu næmingarnar, sum høvdu skreitt.
Myndir frá degnum eru á Facebook vanganum hjá skúlanum