Spæliliðið ein túr til Havnar

spælilið2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ferðafrásøgn frá Elnu, ið stendur fyri Spæliliðnum í Kvívíkar skúla.

 

 

Ein morgun í  januar mánaða fór spæliliðið sín árliga túr. Túrin fáa tey fyri at standa fyri Spæliliðnum í skúlanum, ein  uppgáva ið tey loysa fyrimyndarliga .

Meiningin var, at vit skuldu taka okkum av løttum í Havn, fara ein túr niðan á Skansan, ein túr í Grasagarð, og ein gongutúr niðan í viðarlundina 😀 men veðrið var ikki við okkum, tað kavaði og var illa gangandi. Vit fóru av bussinum niðri á Farstøðini, gingu niðan í býin, og tá kom eitt gott hugskot frá einum næmingi, at vit kundu seta okkum inn í býarbókasavnið at spæla borðspøl 😇

Tað var so hugnaligt har, at áðrenn vit vistu av, var klokkan 11:30, og tíð hjá okkum at fara til hæddarpunktið: Pizza67. Tá vit høvdu sitið har og proppað í okkum í góðan tíma, ja so spákaðu vit okkum niðan í SMS, onkur keypti sær ein ís, og so gingu vit bara og dasaðu. Klokkan 13:15 fór bussurin norður aftur við proppmettum næmingum.

Ein so hugnaligur, avslappandi og deiligur Havnatúrur við verðins fittastu Kvívíkingum 😍

spæliliðið23

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

spælilið

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

spælilið1

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook