Mánadagin 20. februar 2023 verður føstulávintshald á skúlanum. Vit fara bæði at sláa tunnu og ring, og kvøða.
Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 08:00 og fáa frí kl. 11.30. Frítíðarskúlin tekur ímóti næmingunum í 1. -3. flokki kl. 11.30.00, og eta tey matpakkan har.
7. flokkur skipar fyri, at okkurt leskiligt verður at fáa, og fer eisini at kjósa ársins grýlur.
Týsdagin 21. februar og mikudagin 22. februar møta næmingarnir kl. 9.30! Tó letur skúlin upp kl. 8.00 fyri næmingum, ið hava tørv á at møta fyrr.
Bussurin koyrur samsvarandi omanfyri nevndu broytingum.