Semifinalistarnir Bjørg, Rúna, Pætur, Boas og Daniel
Heili 5 næmingar úr Kvívíkar skúla hava roknað seg í semifinaluna í Pangea, ið verður leygardagin. Hesi eru Daniel Shemesh og Rúna Lauritsen í 3. fl., Bjørg Edvardsdótttir í 4. fl., Boas W. Vang í 5. fl. og Pætur Danielsen í 7. fl.
Vit eru sera fegin um góða úrslitið, og ikki minni errin av okkara dugnaligu næmingum og lærarum. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum og góða eydnu við semifinaluni!
Hetta er annað árið á rað, at skúlin luttekur í Pangea, í fjørð rakk tað heilt til eitt flott 2. pláss, tá Robbin kom í finaluna. Góðu úrslitini eru heilt víst við til at eggja næmingarnar at royna seg, og halda teir, at kappingin hevur verið spennandi at luttaka í.