Vit í skúlanum takka fyri eitt hugnaligt og viðkomandi tiltak fyri grunddeild, ið SSP skipaði fyri, og eru fegin um, at so nógv foreldur valdu at luttaka.
Heiti á fundinum var "At knýta bond og skíggjanýtsla", og vit fingu práta um m.a. trivna, miðlar og samstarv millum foreldur. Á fundinum vóru vinarbólkar eisini umrøddir, og halda vit, at hetta er eitt sera gott átak fyri at styrkja um trivnaðin millum næmingarnar og samstarvið foreldrana millum. Flokslærarnir fara at kunna nærri um hetta seinni.
Á fundinum vóru 2 stuttfilmar vístir, tann eini um happing og hin um at hava børn, sum er á netinum. Leinkir til filmarnar eru niðanfyri
Når børn er på nettet - 4 råd til forældre