Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Fróðskaparsetrið at gera trivnaðarkanning nú í 2023. Kanningin byggir á undanfarnar kanningar, sum eru gjørdar í 2015 og 2019, og allir næmingar í 5., 7. og 9. flokki eru bidnir um at svara.
5. og 7. flokkur í Kvívíkar skúla fara at svara kanningini fríggjadagin tann 03.03.23.
Vit vilja gera vart við, at allir næmingar eru tryggjaðir fullan anonymitet. Tá dáturnar eru savnaðar, verða tær viðgjørdar á Fróðskaparsetri Føroya, og nýttar í einari frágreiðing. Dáturnar verða eisini brúktar í vísindaligum høpi.
Ynskiligt er at allir næmingar sleppa at luttaka í kanningini. Tí er umráðandi at tey møta stundisliga.Um tú ikki vilt, at títt barn skal luttaka í hesi kanningini, verður tú biðin um at boða skúlanum frá hesum.