Ein hugalig várvika er farin framvið, har vit hava lært eina rúgvu.
Aftur í ár hava vit verið í kálgarðinum og sett niður. Vit hava m.a. gjørt rabarbugarðin størri sett ribsberjarunnar niður og fingið okkum kassar, har vit fara at royna okkum við ymiskum grønmeti.
Grunddeild hevur eisini m.a. gjørt fitt karsi- og vakstrarhús og forspíra, meðan 6.-7. flokkur hevur arbeitt við verkætlan og 4.-5. partvís við Vitanarfróðu – meiri um hesar verkætlanir seinni
Fleiri myndir eru á Facebook síðu skúlans