Fríggjadagin var veitsla í Kvívíkar skúla fyri at markera, at skúlin er farin at arbeiða við Betri vinir.
Ein sera stuttligur og hugnaligur dagur, sum byrjaði við morgunsangi, har Frank Muller, varaborgarstjóri, kom at heilsa uppá og halda eina røðu fyri næmingum og lærarum.
Seinni var Vinarenning á skrá, har næmingarnir í grunddeild runnu í pørum runt um vøllin við eini bamsu í millum sín. Bamsan kom á vitjan saman við Jónas Isaksen, okkara lokala ítrottarfyrimynd, sum kom at handa heiðursmerki til røsku børnini. Spæliliðið skipaði fyri spølum á vøllinum, og dagurin endaði við poppkorn, sunkist og dansi í Atrium, sum miðdeild skipaði fyri.
Fleiri myndir eru á okkara Facebook síðu