Saman skapa vit betri barnafelagsskapir

375203985 3710097959267470 5710611410426315342 n

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Betri vinir var á skrá til felags foreldrafundin, sum Skúlastýrið skipaði fyri mikudagin 06.09.23.

Fundurin byrjaði við, at Rudi Olsen, skúlaleiðari bjóðaði vælkomin, og Elisa Abrahamsen,  skúlastýrisforkvinna, legði fram ársfrágreiðingina. Síðan hevði Áki Dyssegaard, lærari og ráðgevi í Betri vinir, eina framløgu um Betri vinir. Boðskapurin var, at saman kunnu vit skapa betri barnafelagsskapir. Uppmøtingin og undirtøkan var góð, og foreldrini lótu væl at hesi nýggju verkætlan, sum skúlin er farin at arbeiða við. 

 

Um royndarverkætlanina

Í vár søkti Nám, í samstarvi við Barnabata, Lærarafelgaið og Undirvísingarstýrið, eftir skúlum, ið høvdu áhuga í at fara undir eitt trivnaðarátak.

Endamálið við átakinum er at royna og eftirmeta føroyska tilfarið Betri vinir, sum er ment við tí fyri eyga at styrkja trivnaðin og menna ein góðan felagsskap í grunddeild.

Áhugin millum føroysku fólkaskúlarnar var sera stórur, men einans 6 skúlar vóru valdir út, 3 at byrja í august, og 3 at byrja í januar. Kvívíkar skúli var millum teir 3 fyrstu skúlarnar, og vóru lærarnir tí á skeið i Betri vinir í august, áðrenn næmingarnir byrjaðu í skúla aftur.

1. 2. og 3. flokkur hava fingið hvør sítt kuffert við tilfari, og eru tey sera glað fyri tilfarið. Harumframt fær skúlin vitjan og sparring  frá ráðgevunum í Betri vinir, sum partur av royndarvrekætlanini. 

 Um Betri vinir

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barna- felagsskapin og fyribyrgja happing. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.

Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum:

Tolsemi - Virðing - Umsorgan - Dirvi. 

Besta amboðið ímóti happing og sosialari útihýsing er at stuðla børnum í tollyntum og positivum barnafelagsskapum.

Vaksin – foreldur, fakfólk og vaksin, sum í frítíðini arbeiða við børnum – hava avgerandi leiklut sum leiðvísarar og fyrimyndir, tá talan er um sosiala lívið hjá børnunum. Tey eru avgerandi í stríðnum at fyribyrgja happing. 

Tað snýr seg um miðvíst at uppbyggja og stuðla samanhaldinum millum børn gjøgnum spøl, undirvísing, venjing og sosialt virksemi. Samstundis er tað týdningarmikið at stuðla teimum í at siga frá, tá onkur útihýsir og argar.

Betri vinir er námsfrøðiligt tilfar til børn, fakfólk og foreldur, sum arbeiða við at styrkja barnafelagsskapin í vøggustovum, dagrøkt, barnagarðum og skúlum – og sostatt fyribyrgja happing.

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook