Mánadagin 23. okt. til fríggjadagin 27. okt verður evnisvika um heystið. Tímatalvan verður løgd til viks, og vikan er skipað soleiðis: Mánadagin verður flett, og týs- til fríggjadag verða ymiskar spennandi verkstovur, sum næmingarnir vitja á skift.
Næmingarnir eru í skúla hvønn dag frá kl. 8.00 til 12.20, tó fær 1. - 3. flokkur frí kl. 11.20 mánadagin. Bussurin koyrur samsvarandi. Næmingarnir hava pennahúsa og matpakka við hvønn dag. Hesa vikuna hava vit ikki ítrott/svimjing.