Týsdagin 14. novembur kemur Finnur Justinussen at taka skúlamyndir.
Skúlastýrið hevur avgørt, at vit á hvørjum ári taka einkultmyndir í 1., 4. og 7. flokki, og at vit taka felagsmynd av øllum skúlanum heldur enn floksmyndir.
Tó er avgjørt at vit í ár taka einkultmyndir av øllum næmingum sum ynskja hetta.
Allir næmingar fáa seðil heim við at fylla út og lata inn aftur í seinasta lagi fríggjadagin 10.11.23
Myndapakki (einkultmyndir) og felagsmynd kostar 300 kr.
Felagsmynd (15x20 cm) kostar 100 kr.
Upphæddin skal flytast á konto 9181 5376981 áðrenn myndatøkuna. Viðmerk navn á barninum og flokk. Tikið verður ikki ímóti kontantum.
Myndapakkin (einkultmyndir) inniheldur
1 stk 13 x 18 lit
2 stk 10 x 15 lit
2 stk 10 x 15 sh
4 stk 6 x 8 lit
8 stk passmyndir