Miðdeild til bókaframløgu í Havn

flytifuglar

 

 

 

 

 

 

 

17. novembur fer 4.-7. fl. til spennandi bókatiltak í Norðurlandahúsinun í sambandi við Bókadagar 2023

Tey eru í ferð við at lesa skaldsøguna Flytifuglar, eftir Elina á Rógvu, í føroyskum, og tí verður spennandi at hoyra rithøvundan greiða frá og lesa nøkur brot úr skaldsøguni. 

 

Um bókina: Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook