Jólavikan 2023

jólahald lucia5

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Seinastu dagarnir fyri jól verður ymiskt jólaligt á skránni, vanliga tímatalvan niðurløgd, og flokslærarin er um sín flokk.  

 

 

Mánadagin tann 18. desembur

Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8.00 til kl. 11.30. Jólahugni og frumframførslur eru á skrá. 

Kl. 16.30 er jólahugni og framførslur fyri næmingum og foreldrum

 

Týsdagin tann 19. desembur

Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8.00 til kl. 11.30. Hugnadagur har vit m.a. dansa um jólatræið, fáa vitjan av jólamanninum og enda dagin við at eta rísingreyt

 

Mikudagin tann 20. desembur

Næmingarnir møta kl. 8.00, og vit fylgjast í kirkju. Tá kirkjugongdin er liðug (uml. kl. 11.00) er jólafrí. Grunddeild kann fara í frítíðarskúla. 

 

 

Skúlin byrjar aftur mikudagin tann 3. januar kl 8.00.

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook