Tillagingar vegna verkfall

Av tí at skúlin ikki verður vaskaður meðan verkfall er, eru tillagingar gjørdar í skúlagongdini.

Í viku 21 skipa vit okkum soleiðis: 

Mikudagin 22. mai og hósdagin 23. mai: 

  • Miðdeild kemur ikki í skúla men er á Teams og fylgir setninginum á Vikuætlanini
  • Grunddeild møtir kl. 8.00 - 11.30. Bussurin koyrir samsvarandi. Hesir dagar vera vit úti, tí hevur tað týdning at næmingarnir eru ílatnir til veðrið. Nærri kunning á Vikuætlanini. 

Fríggjadagin 24. mai:

Allir næmingar møta 8.00 - 12.30, bussurin koyrir samsvarandi. Vit fara felags túr framvið ánni. Nærri kunning á Vikuætlanini. 

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook