Virðisgrundarlag

Vit vilja framá

Mál: Menning og vøkstur fyri øll

 

Opinleiki

At tankar, kenslur og meiningar verða greitt, týðiliga og skilliga orðaðar, soleiðis at vit hava eina felags fatan av hvørjar forðingar, møguleikar og avbjóðingar vit standa yvirfyri.

 

Álit

At vit gjøgnum opið og virðiligt samskifti vísa hvør øðrum sínámillum álit.

 

Ábyrgd

At hvør einstakur persónur við tilknýti til Kvívíkar skúla skal taka ábyrgd fyri,at skúlin ber framá til gagns fyri menning og breiðan vøkstur fyri okkum øll.

 

Virðing

At ymiskleikin hjá tí einstaka skal virðast, eins og felagsskapurin skal virðast gjøgnum felags reglur, mannagongdir og viðtøkur. Dentur verður lagdur á eitt opið, álitisfult og virðiligt samstarv millum øll, sum varða av skúlanum.

 

Førleiki

At vit lærarar støðugt menna okkara førleikar at undirvísa og vegleiða, soleiðis at vit á bestan hátt kunnu virka fyri, at hvør einstakur næmingur kann styrkjast í síni menning bæði fakliga, persónliga, sosialt og samfelagsliga.

 

Gott arbeiðspláss

At vit arbeiða miðvíst við at menna skúlan soleiðis, at hann verður eitt gott, trivaligt og mennandi arbeiðspláss bæði hjá lærarum og næmingum.

 

Nýhugsan

At vit støðugt líta framá, hugsa alternativt og hava dirvi til at opna dyrnar og ganga aðrar leiðir ímóti framtíðarinnar broytiligu tíð.

 

Her er trygt og trivaligt.

Her eru allir møguleikar til menning og breiðan vøkstur fyri øll.

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook