Um okkum

Skúlin

Kvívíkar skúli er ein 5 flokkaður skúli.

Skúlaárið 2023-2024 eru hesir flokkar saman:

  • 1. fl
  • 2. fl.
  • 3. fl
  • 4. og 5. fl
  • 6. og 7. fl

 

Ymiskt tilfar

 

Spæliliðið

Sum ein liður í at fáa næmingarnar at vera virknari kropsliga og at bøta um trivnaðin í fríkorterunum hava vit í Kvívíkar skúla eitt spælilið. Spæliliðið er mannað av næmingunum í 7. flokki, sum á hvørjum ári fara á skeið fyri at læra, hvussu teir best kunnu loysa uppgávuna. Spæliliðið er virkið eitt fríkorter um vikuna, har tey spæla við 1.,-3.  og 4.-5. flokk uppá skift. Spælt verður bæði inni í høllini og úti í skúlagarðinum. Spæliliðið fyrireikar nøkur spøl til hvørja ferð, greiða næmingunum frá spølunum og royna at tryggja, at allir næmingarnir hugna sær Afturfyri fær spæliliðið ein hugnatúr til Havnar, har tey hugna sær og eta saman. Ein lærari er akkersfólk og hjálpir næmingunum at skipa fyri 

 

Heilsa

Skúlaheilsufrøðingurin

Durita Restorff

Tel. 562303

Teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

Durita er vanliga á skúlanum mánadagar. Hon sær næmingarnar eina ferð um árið, tá verður hugt eftir sjón, hædd og vekt hjá børnunum, og hjá  1. og 7. flokki verða eisini hoyrn og litsansur kannað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum. Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum. Foreldur og næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við heilsufrøðingin.

Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni -  www.gigni.fo.

 

Tannlæknaskipanin

Eyðbjørn Joensen

Tel. 424167

Vestmanna skúli 

Tannlæknaskipanin í Kvívíkar Sókn umfatar børn frá 0 ára aldur til tey fara úr 10. flokk, og tannlæknastovan er í Vestmanna skúla.
Skúlabørn eru til kanningar tvær ferðir um árið - vanliga beint eftir heystferiuna og undan páskum. Børnini fáa fráboðan beinleiðis til heimini. Hjá børnum í 4. flokki verður harumframt eisini kannað, hvussu tennirnar standa. Hetta verður gjørt av serfrøðingi, sum kemur á vitjan. Boð verða tá givin beinleiðis til heimini og umvegis skúlan.

 

Matpakkar

Teir flokkar, sum hava tímar aftan á døgurða, eta matpakkar sínar í skúlastovuni.

 

Skúlabusskoyring

Skúlabussurin koyrur næmingar av Skælingi, Stykkinum, Válinum og úr Leynum til og frá skúla. Ferðaætlanin er samskipað við skúlagongdina hjá næmingunum 

Skúlaárið 2023/24 koyrur bussurin soleiðis:

Mánadagur

Týsdagur

Mikudagur

Hósdagur

Fríggjadagur

av Skælingi 7.35

av Skælingi 7.35

av Skælingi 7.35

av Skælingi 7.35

av Skælingi 7.35

úr Kvívík kl. 13.20

úr Kvívík kl. 14.15

úr Kvívík kl. 12.30

 

úr Kvívík kl. 13.20

 

 

úr Kvívík kl. 14.20

 

 

úr Kvívík kl. 11.20

úr Kvívík kl. 12.30

 Ferðaætlanin sæst her

 

 

Útleigan:

Í Kvivíkar skúla hava vit ein snotuligan svimjihyl og fimleikahøll.

Svimjihylurin er opin fleiri dagar um vikuna, tá er ókeypis at svimja. Upplatingartíðir eru at finna her

Kostnaðurin fyri at leiga svimjihylin er 300 kr. um tíman og 100 kr. um tíman fyri fimleikahøllina.  Um áhugi er at leiga hylin ella høllina, vinarliga ringi á tlf. 29 24 23. Leigarin hevur ábyrgd av at lata hølini aftur í sama standi.

Er ynski um at leiga onnur høli í skúlanum, so skal umsókn sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

 

Søgan

Skipaður skúli kom til Kvívíkar í 1905. Katrin Samuelsen var lærarinna og skúli var hildin í bóndagarðinum uppi á Hellu.

Frá uml. 1855, vita vit at Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur Gregoriussen (I.P.G) gingu oman í prestagarðin á Kirkjuteigi at læra (læna bøkur) frá V.U. Hammershaimb. Eisini vita vit um ein ferðalærara, sum hevði alla Norðurstreymoy, frá Vestmanna til norður í Sund.

Í 1907 var skúli bygdur í Kvívík. Karin Samuelsen var lærarinna.

1918-1939 var Jóhanna Jensen (f. Haraldsen) lærarinna. Var útlærd í Havn. Í hesum tíðarskeiði vóru eisini nógvir vikarar.

1939-1945 var Hjalmar Joensen (seinni Hátún) lærari.

1945-1950 var Símun Hansen lærari.

1950-1951 var Anna Elisabeth vikarur.

1951-1991 var Rólant Lenvig lærari.

Í 1956 var vikarur settur at hava hondarbeiði.

Í 1976 var nýggjur skúli bygdur. Tá blivu fleiri lærarar settir á skúlanum. Rólant Lenvig var settur sum fyrstilærari.

Í 1991 var Bjarni Heinesen settur sum fyrstilærari.

Í 2004 var byrjað at byggja afturat verandi skúla.

Í 2012 var Høgni Warberg settur sum fyrstilærari.

Í 2021 var Rudi Olsen sett sum fyrstilærari