Starvslýsing

billede3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað grør um gangandi fót

Kvívíkar skúli stendur í vøkstri, og søkja vit tí eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv 2022/2023. Talan er um eitt starv á uml. lønarbrot 0,44.

 

Kvívíkar skúli liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna urtagarð, har vit m.a. hava sett epli, røtur, rabarbur og hyllitrø niður.

Komandi skúlaár verða vit 57 næmingar og 7 lærarar. Skúlin er 4 flokkaður við næmingum frá 1. til 7. flokk, og fara næmingarnir eftir hetta til Havnar at ganga í 8. og 9. flokki.

Vit søkja eftir tær, sum:

  • hevur læraraprógv, og hug og hegni at undirvísa í vanligu lærugreinunum í barnaskúlanum. Tað kann vera ein fyrimunur at hava linjulestur í enskum og/ella donskum, men er hetta eingin treyt
  • vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
  • er ábyrgdarfullur, fyrikomandi og samstarvssinnaður
  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans og vera við til áhaldandi at menna skúlan

Lærarastarvið er tíðaravmarkað skúlaárið 22/23 á lønarbrotið uml. 0,44. Endaliga tímatalið verður ásett 1. oktobur 2022. Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. juni 2022 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, fyrstalærara á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og merkt ”starv”.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rudi Olsen á tlf. 292422

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook