Vit í Kvívíkar skúla ynskja øllum næmingum, foreldrum og øðrum avvarðandi eina góða summarfrítíð.
Sum siðvenja er skipaði 7. flokkur fyri hugna, sangi og undirhaldi síðsta skúladag. Vit fara at sakna hesir fittu, røsku og dugnaligu næmingar nú teir fara til Havnar at ganga í 8. flokki í Eysturskúlanum. Síðsta skúladag nýttu vit eisini høvið at ynskja Kimberly tillukku við lærarapróvnum. Myndir frá degnum síggjast niðanfyri.
Skúlagongdin byrjar aftur hósdagin 18. august 2022 og floksskipanin komandi ár sær soleiðis út:
Floksskipan 2022-2023:
Flokslærari |
|
1. flokkur |
Malan Petersen |
2. og 3. flokkur |
Hallgerð Hansen |
4. og 5. flokkur |
Turið á Tórgarði |
6. og 7. flokkur |
Elna Sømark |