Lærarnir á skeið

sorg1 

Týsdagin 27. og mikudagin 28. septembur fara lærarnir á skeiðið "Børn og sorg - Hvussu hjálpa vit børnum   sum   syrgja?", sum Krabbameinsfelagið hevur tikið stig til. 

 Hetta merkir, at tímatalvurnar verða umlagdar, nærri kunning um hetta er inni á vikuætlanunum.

 

 Skeiðini eru liður í einari tilgongd, har miðað verður eftir, at allir skúlar, barnagarðar og stovnar, ið varða av børnum, hava eina sorgartilbúgving. Sorgartilbúgvingin skal hava greiða ætlan og neyvar leiðreglur fyri, hvussu borið skal verða at í kreppustøðum sum hesum, tá ið børn verða rakt av sorg. Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum kann lesast meir um skeiðið.

BØRN OG SORG - Hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja? (krabbamein.fo)

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook