Næmingaráðið er mannað

Næmingaráðsval var í skúlanum fríggjadagin. Hesi fimm vunnu valið og koma at manna næmingaráðið í Kvívíkar skúla skúlaárið 22/23: 

næmingaráðið22

 Magnus Huust Petersen, 7. fl., Isabella Isaksen, 7. fl., Nomi Muller Egholm, 4 fl., Boas Wenningstedt Vang, 5 fl. og Alexander Lag Eidesgaard, 2 fl.  Næmingaráðið fer at skipa seg á fyrsta næmingaráðsfundi, ið verður aftaná heystfrítíðina. 

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við valinum og blíðan byr.

 

Hetta er fyrstu ferð at næmingaráðsval hevur verið í Kvívíkar skúla. Endamálið við næmingaráðnum, er at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi og at teir fáa høvi at hava ávirkan á egnan skúladag, bæði tá tað snýr seg um læru og trivnað. Huglagið var gott og næmingarnir vóru sera spentir. Heili 17 næmingar, 10 gentur og 7 dreingir, valdu at stilla upp.

valevni22

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Valdagurin var skipaður við valfundi um morgunin, har valevnini høvdu møguleika at leggja síni vallyfti fram, síðan var steðgur og næmingarnir fóru út í fríkorter. Aftaná fríkorterið fóru flokkarnir upp á skift inn á bókasavnið, har tey fingu ein atkvøðuseðil og kundu seta sínar krossar. 

val3 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 val2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 Á valfundinum bóru tey uppstillaðu fram valtalur við nógvum góðum vallyftum. Millum vallyftini  m.a. kiosk/matsøla, ymisk trivnaðar átøk, fríðka um rundan um skúlan og betra um vøllin. Harumfram var ynski um ein postkassa og talvu til næmingaráðið, har allir næmingar skúlans kunnu koma við hugskotum og ynskjum.

 

Atkvøðuseðilin 2022:

valblað

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo