Kundi tit hugsað tykkum ein øðrvísi pakkakalendara? So er ”Mín jólabók 2022” eitt gott boð.
Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan.
Um tit vilja tryggja tykkum bókina áðrenn 1. desember, skal hon vera goldin áðrenn 15. november. Allir næmingarnir hava fingið tekningarseðil við heim, men eisini ber til at keypa hana á netinum.
Mín jólabók 2022 - Bókadeild Føroya Lærarafelags