SSP tiltak fyri miðdeild.

ssp miðdeild

SSP hevur  felags foreldrafund fyri foreldrum í miðdeild (4. - 7. flokk)  hóskvøldið tann 13. apíl 2023 kl. 19.00-21.00 í Kvívíkar skúla.

 

Sosialir miðlar og spøl fylla meira og meira hjá børnum í dag, og tí vilja vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund, har tosað verður um áskoðarnir, hugskot og sosialu samveruna í 4., 5., 6. og 7. flokki í einum talgildum høpi.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, leggur fyri. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá børnunum, vitjar hon tey fyrr á degnum. Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.

Næmingarnir hava fingið skriv við heim um tiltakið. Vinarliga gevið flokslærarunum boð, um tit koma ella ikki.Vit gleða okkum at síggja tykkum 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook