Starvslýsing

billede2

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað grør um gangandi fót

Kvívíkar skúli stendur í vøkstri, og søkja vit til skúlaárið 2023-24 eftir

  • 1 lærara í fast starv
  • 2, møguliga 3, lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24 vegna farloyvi, niðursett tímatal, avlopstímar vm. 

Komandi skúlaár ganga 66 næmingar, frá 1. til 7. flokki, í Kvívíkar skúla. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð. Miðdeild hevur kálgarðin um hendi í einum tvørfakligum samstarvi millum viðkomandi lærugreinar.

Harumframt eru vit í eini spennandi tilgongd í grunddeild. Komandi skúlár verður grunddeild partur av trivnaðarátakinum ”Betri vinir í grunddeild”, ið verður skipað sum ein verkætlan millum skúlan, Nám, Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið.

 

 

Vit søkja eftir tær

sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum lærari

  • vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
  • er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
  • megnar at samstarva og arbeiða tvørfakligt
  • hevur áræði til at taka ábyrgd og tekur virknan leiklut í áhaldandi fakligu og námsfrøðiligu menningini av Kvívíkar skúla

 

Til virksemi skúlans tørvar okkum komandi skúlaár

Ein leiðara til Førleikastovuna. Vit vænta, at tú hevur útbúgving og/ella royndir sum serlærari, lesivegleiðari ella aðrar viðkomandi royndir/førleikar.

Ein KT-vørð, ið kemur at hava ein týðandi leiklut tá skúlin verður partur av Skúlanet. Vit vænta, at tú hevur útbúgving og/ella royndir sum KT-vørður ella aðrar viðkomandi royndir/førleikar.

Ein náttúru og tøkni lærara sum, í einum tvørfakligum samstarvi, kemur at vera virkin partur av kálgarðinum og framhaldandi menningini av grønu leið skúlans.

Flokslærara í grunddeild við linjulestur, ella samsvarandi førleika, í føroyskum ella støddfrøði, og sum ynskir at taka ein virknan leiklut í Betri vinir verkætlanini.

Ein bókasavnsvørð til bókasavn skúlans. Vit vænta, at tú hevur útbúgving ella royndir við bókasavnsarbeiði ella aðrar viðkomandi royndir/førleikar, og at tú brennir fyri at kveikja lesihugin hjá næmingunum.

Lærara við linjulestur, ella samsvarandi førleika, at undirvísa í onkrari ella fleiri av hesum lærurgreinum í bæði grund- og miðdeild: ítrott, svimjing, enskt og danskt.

Til øll omanfyri nevndu virksemi, søkja vit lærarar ið hava læraraprógv og hug og hegni at undirvísa í vanligu lærugreinunum í barnaskúlanum.

 

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini  verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða lønt  í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Farloyvisstarvið er á lønarbroti 1,0.  Harumframt er eitt, møguliga tvey, tíðaravmarkað størv, har tímatalið verður endaliga ásett 01.09.23. Barnaváttan verður kravd í samband við allar setanir í Kvívíkar skúla.

 

Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. juni 2023 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, fyrstalærara á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og merkt ”starv”. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rudi Olsen á tlf. 292422

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook