
Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi at byrja 3. januar 2024 fram til 19. juni 2024.
Tú hevur læraraprógv og hug og hegni at átaka tær flokslæraraleiklut og undirvísa í støddfrøði, ítrotti, handaverk og list og náttúru og tøkni í grund- og miðdeild.
Vit vænta, at tú, undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum lærari
- vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
- er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
- megnar at samstarva og arbeiða tvørfakligt
- hevur áræði til at taka ábyrgd og tekur virknan leiklut í áhaldandi fakligu og námsfrøðiligu menningini av Kvívíkar skúla
Í Kvívíkar skúla ganga 65 næmingar, frá 1. til 7. flokki, og tú kemur at vera partur av einum dugnaligum starvsfólkhópi, ið telur 9 starvsfólk. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð. Miðdeild hevur kálgarðin um hendi í einum tvørfakligum samstarvi millum viðkomandi lærugreinar.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Farloyvisstarvið er á lønarbroti 1,0 við setan frá 3. januar 2024 til 19. juni 2024. Barnaváttan verður kravd í samband við allar setanir í Kvívíkar skúla.
Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. desembur 2023 kl. 12.00. Setanarsamrøður verða í viku 51.
Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, fyrstalærara á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og merkt ”starv”. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rudi Olsen á tlf. 292422

