Reingerðarkvinnur skúlans eru farnar í verkfall. Tá skúlin ikki verður vaskaður, kunnu vit hava opið fyri næmingum í 3 dagar. Hetta merkir, at vanlig skúlagongd er til og við fríggjadagin.
Mánadagin 20. mai er Hvítusunna og týsdagin 21. mai er lagdur frídagur, tá er eingin skúlagongd. 
Um so er, at verkfallið verður longur enn hetta, kemur nærri kunning á heimasíðu og vikuætlan.

