
Týsdagin 27. august, vóru umboð fyri Nám og Granskingarráðið á ferð og heiðraðu flokkar, sum hava verið við í kappingini Ársins Vitanarfróðu 2024.
Sum nakað serstakt í ár, valdi dómsnevndin at geva eitt “Herðaklapp” til allar teir luttakandi bólkarnar úr Kvívíkar skúla. Herðaklappið var fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.
Í Kvívíkar skúla var allur skúlin samlaður í miðhøllini, tá kunngjørt varð, at allir 5 bólkarnir í Kvívíkar Skúla fáa herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Herðaklappið er ein serligur heiður og 2000 kr. sum dómsnevndin sum nakað serstakt hevur valt at lata í ár.
Henny Dánjalsdóttir segði millum annað soleiðis:
- Í uppgávunum hava tit lýst arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu sera væl.
- Vit halda okkum síggja, at tit veruliga hava arbeitt væl saman í bólkunum, at tit hava kannað ymisk evnir á ymiskar mátar. Nógvu myndirnar, tað ofta stuttliga skrivingarlagið og ikki minst eisini video-filmarnir hava veruliga víst okkum, at kanningararbeiðið ikki bert hevur verið læruríkt, men eisini sera stuttligt.
- Tit hava gjørt spennandi kanningar, spurt fróðar- og vísindafólk, arbeitt við sera viðkomandi samfelagsevnum, so sum hvørja ávirkan telduspøl kunnu hava á okkum, ringt til eina rúgvu av skúlum, kokkast, tugt tyggigummi og tugt upp á nógvar góðar spurningar, funnið reyðmaðkar og leita eftir lundum, skaffa tykkum fiskar og leita eftir stórum og smáum ella kanska ongum heilum?

