Næmingaráðsval hevur verið í dag

 

9ccf224f a408 4349 a816 ed4723821624

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í dag hava allir næmingarnir verið á vali og valt teirra umboð í næmingaráðið. Hesi fimm vunnu valið, og koma at manna næmingaráðið í Kvívíkar skúla skúlaárið 24/25: 

Andras Ragnarson Isaksen, 5. fl., Nomi Muller Egholm, 6. fl., Boas Wenningstedt Vang, 7. fl., Ró Malusi Martinsdóttir 4. fl. og Emilia Guðrunardóttir Nielsen, 3. fl. Súsanna Mortensen stóð fyri valinum, og er næmingaráðslærari. 

Vit takka øllum, ið hava stillað upp til valið, teimum, ið hava greitt atkvøðu, og ynskja teimum valdu hjartaliga til lukku við valinum og bíðan byr.

 

Kvívíkar skúli hevur eitt næmingaráð, ið er mannað av einum næmingi úr grunddeild, tveimum næmingum úr 4.-5. flokki og tveimum næmingum úr 6.-7. flokki , umframt einum lærara, ið vegleiðir og leggur teimum lag á. Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í einum fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á egnan skúladag.

Hugurin at stilla upp var aftur í ár sera stórur, heili 25 næmingar stillaðu upp. Valevnini fingu møguleika at greiða frá, hvat tey vilja arbeiða fyri - eins og á einum vanligum valfundi. Tað var hugtakandi at uppliva og hoyra allar tær góðu valtalurnar. Næmingarnir høvdu fyrireika seg væl, summi við plakatum ella seðlum og onnur við p.p.framløgum. Vallyftini vóru eisini mong og góð. Úr rúgvuni kann nevnast 

  • Fleiri og betri bóltar
  • Nýtt gras á vøllin
  • Størri og betri spælipláss
  • Vakstrarhús
  • Súkkluskúr
  • Fríðka um skúlagarðin
  • Kiosk/kafé á skúlanum
  • Spælidag
  • "Prom"/veitslu/hugnakvøld
  • Túrar
  • Longri fríkorter
  • Møta kl. 10.00

Myndir frá degnum eru á skúlans Facebook síðu 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook