Atkvøðurætt til skúlastýrisval

steNú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.

Hvør hevur atkvøðurætt?

Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um.

Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um man hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.


Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?
Á Vanganum (app):


  Far til "Vangamynd"
  Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
  Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika


Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:


  Vend tær til Familjufyrisitingin(um tú ert ógift/ur)
  Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
  Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK


Møguligar misskiljingar


  "⁠Fráboðan av faðirskapi" og "⁠https://famf.fo/foreldramyndugleiki fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika"     eru ikki tað sama
  Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið


Týdningarmikið at minnast til


Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.


 Gott val! 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook