Fríggjakvøldið 25. oktober verður familjubiografur á skúlanum til frama fyri landsinnsavningina hjá Reyða Krossi Føroya.
Talan er um fittan familjufilm, ið er tilmældur frá 7 ár. Ymiskt leskiligt verður til keyps afturvið filminum og 7. flokkur skipar fyri kafé í køkinum. Havið reiðan pening við.
Vit gleða okkum at síggja tykkum - stór sum smá.


