Smákonfirmantar í Kvívíkar kirkju

Mikudagin 23. oktober byrja smákonfirmantar í Kvívíkar kirkju. Øll børn í 4. flokki eru vælkomin.

Vit hittast í kirkjuni eftir skúlatíð mikudagar, frá kl. 12:30-13:30 Byrjað verður við saft og onkrum afturvið, og síðan fara vit at hoyra bíbliusøgu, syngja sálmar, læra um kirkjuna og gudstænastuna, gera ymiskt kreativt og hugna okkum saman Vit hittast fyrstu ferð mikudagin 23. oktober. Vit møtast seinastu ferð tann 11. desember og enda við familjugudstænstu sunnudagin, 15. desember, har smákonfirmantarnir luttaka.

Hetta er fyrstu ferð, at vit hava smákonfirmantar og vit báðar, Maria og Maria gleða okkum ordiliga nógv at síggja tykkum! Um foreldur/verji hevur spurningar, kunnu tey ringja ella skriva til Mariu Summers á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. / 237340 ella Mariu Jørðdal á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. /237349

smákonfirmantar

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook