
Mánadagin 3. marts 2025 verður føstulávintshald á skúlanum. Vit fara bæði at sláa tunnu og ring, og kvøða.
Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 09:00 og fáa frí kl. 12.00. Frítíðarskúlin tekur ímóti næmingunum í 1. -3. flokki kl. 12.00.
7. flokkur skipar fyri, at okkurt leskiligt verður at fáa, og fer eisini at kjósa ársins grýlur.
Týsdagin 4. marts og mikudagin 5. marts møta næmingarnir kl. 9.50! Tó letur skúlin upp kl. 8.00 fyri næmingum, ið hava tørv á at møta fyrr.
Bussurin koyrur samsvarandi omanfyri nevndu broytingum.

