Lærarar til Kvívíkar skúla

billede2

Í Kvívíkar skúla ganga 72 næmingar, frá 1. til 7. flokki, í Kvívíkar skúla. Skúlin liggur serstakliga náttúruvakurt í gangifrástøðu frá Leynasandi, einum hanagleivi frá Stórá - ið rennur gjøgnum bygdina og hvønn dag hitar okkum sinn og skinn við vatnorku - og við okkara egna kálgarð. Miðdeild hevur kálgarðin um hendi í einum tvørfakligum samstarvi millum náttúru og tøkni og aðrar viðkomandi lærugreinar.

Harumframt er skúlin partur av trivnaðarátakinum ”Betri vinir í grunddeild", ið verður skipað sum ein verkætlan millum skúlan, Nám, Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið.

 

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:  

2 føst lærarastørv, setanarbrot 1.
2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna farloyvi, setanarbrot 1
1-2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

Harumframt tørvar skúlanum fastar vikarar til skiftandi tímatal.

 

 

Til virksemi skúlans tørvar okkum komandi skúlaár

Flokslærarar í miðdeild við linjulestur, ella samsvarandi førleika, í føroyskum ella støddfrøði.

Lærara at undivísa í rokning í grunddeild, og sum ynskir at taka ein virknan leiklut í Betri vinir verkætlanini.

Lærarar við linjulestur, ella samsvarandi førleika, at undirvísa í hesum lærurgreinum í 1. til 7. flokki: Føroyskt, rokning, náttúra og tøkni, alis og evnafrøði, ítrott, svimjing, handaverk og list, enskt og danskt. 

Lærarar til grund- og miðdeild, við áhuga fyri sernámsfrøði og at stuðla næmingum við ymsum avbjóðingum at mennast, læra og taka lut í felagsskapinum.  Útbúgving og/ella royndir sum serlærari ella aðrar viðkomandi royndir/førleikar kunnu vera ein fyrimunur.

Náttúru og tøkni lærara sum, í einum tvørfakligum samstarvi, kemur at vera virkin partur av kálgarðinum og framhaldandi menningini av grønu leið skúlans. 

 
Søkt verður eftir lærarum, sum:  
- duga væl at samstarva og samskifta
- eru fyrikomandi og sýna næmingum og undirvísing eldhuga
- vilja menna seg sjálvan og skúlan  og hava áræði at taka ábyrgd
- leggja dent á nærlagni og stundvísi
- vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
- hava góðar KT-førleikar 

 
Førleikakrøv 
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.  

 
Lønar- og setanartreytir 
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.   
Tímatalið til tíðaravmarkaðu lærarastørvini verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2025. 
  
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

 

Umsóknir

Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær.

Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. apríl kl. 13.00. Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, skúlastjóra á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og merkt ”starv”.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til skúlastjóran á tlf. 292422


   

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook