
Fríggjakvøldið tann 9. mai verður SSP tiltakið Náttin er ung fyri næmingar í 7. og 8. flokki í Veks økinum.
Hetta er eitt rúsfrítt tiltak, har vit fara at hugna okkum, hava spurnakapping, hoyra góðan live tónleik og savna góð minni saman.
Tiltakið er ókeypis, matur og drekka er eisini ókeypis - Øll fáa pizza og Mist sunkist.
Tiltakið verður í ár í Skúlanum við Streymin. Tiltakið byrjar kl. 19.00 og endar kl. 23.00
Bussar koyra ókeypis av Eiði og úr Vestmanna til Oyrarbakka og heim aftur.
Ferðaætlanin er soleiðis:
Tíðirnar eru vegleiðandi
- Vestmanna kl. 18:10
- Kvívík steðgistaðið hjá Bygdaleiðum kl. 18:25
- Hósvík kl. 18:45
- Hvalvík kl. 18:50 steðgistaðið hjá Bygdaleiðum
- Av Eiði kl. 18:45
- Bussurin koyrir heim av Oyrarbakka kl. 23:00
Tilmelding:
Neyðugt er við tilmelding og tilmeldingarfreist til tiltakið er 05.05.2025 kl. 10:00
Næmingar í 8. flokki frá Kvívík, melda til við at skriva eini boð til Rudi Olsen, tlf. 292422 ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
G.G:
- SSP ráðgevi kemur at gera filmsupptøkur til SoMi. Um tit IKKI ynskja, at tykkara barn skal vera á upptøkunum, boða tit skúlanum frá.
- Ikki er loyvt at hava fartelefonir frammi til tiltakið. Um nakað átrokandi verður ber til at ringja til ein av fyriskiparunum.
- Rúsevnir og rúsdrekka er strangliga bannað til tiltakið.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll á Oyrarbakka tann 9. mai!
Heilsan
SSP bólkurin í VEKS økinum

