Skúlastýrið.
Skúlastýrið sum bindilið millum skúla og heim
Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim, og er hetta ásett í endamálsgrein fólkskúlans,
”uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja…,”
Samstarvið er galdandi fyri alt virksemi skúlans, bæði við atliti at fakligari og sosialari menning og trivnaði barnsins.
Skúlastýrið hevur tí ein stóran leiklut í hesum arbeiði, at áseta meginreglur, at vera bindilið millum foreldur og skúla og samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum.
Reglur um skúlastýri eru ásettar í § 50-53 í Fólkaskúlalógini, har uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru formliga lýstar.
Mentamálaráðið hevur eina lýsing av heimildum hjá skúlastýrunum og eitt rundskriv um skúlastýri her.
Skúlastýrislimir
Sunrid á Borg, skúlastýrisforkvinna og foreldraumboð
- tlf: 28 44 86
- teldupost:
Joan M. Joensen, næstforkvinna og foreldraumboð
- tlf: 23 02 87
- teldupost:
Ninna Reinert, foreldraumboð
- tlf:
- teldupost'
X, kommunustýrisumboð
- tlf:
- teldupost'
x, kommunustýrisumboð
- tlf:
- teldupost:
Rudi Olsen, skrivari
- tlf: 29 24 22
- rudi.olsen@skulin.fo
Fundarfrásagnir skúlaárið 26-27.
- Ongar fílur