Foreldraráð.
Foreldraráð fyri hvønn flokk verður valt á felags foreldrafundi fyrst í skúlaárinum. Vanligt er, at foreldraráði hevur 2-3, javnsettar limir. Foreldraráði situr í minsta lagi eitt skúlaár. Foreldraráð er týðandi partur av skúlagongdini, og leggur skúlin stóran dent á, at foreldraráð er í øllum flokkum.
Endamálið við ráðnum er saman við skúlanum at virka fyri trivnaði í flokkinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu samansjóða næmingar og foreldur á ein dámligan og stuttligan hátt.
Foreldraráði skipar fyri vanligum tiltøkum, eitt nú útferðum, hugnakvøldum, matgerð o.ø. har børnini, saman við foreldrum, kunnu hittast í hugnaligum umhvørvi. Eisini ber til at skipa fyri sosialum tiltøkum fyri flokkin.
Gevið gætur:
Foreldraráðið hevur ábyrgd av tiltakinum, og eigur at skipa tær praktisku uppgávurnar soleiðis, at øll foreldur eru partar av tiltakinum. Ymisk praktisk viðurskifti, so sum lyklar og hølir, verður avtalað við flokslæraran.
Skúlastýrið miðar eftir at bjóða øllum foreldraumboðum á ein árligan fund.
Niðanfyri eru nøkur hugskot til tiltøk og spøl, sum foreldraumboð kunnu skipa fyri til felags tiltøk. Hetta kunnu vera tiltøk saman við næmingum og/ella saman næmingum, foreldrum og møguliga systkjum. Mælt verður til, at í minsta lagi eitt tiltak er ætlað bert til flokkin og foreldur.
Tiltøkini verða nevnd í tilvildarligari raðfylgju.
- Túr út í hagan, evt. hava mat við ella t.d. sneisabreyð
- Gera jólapynt ella páskapynt
- Skoyta
- Seiðaberg/fiska og evt. grilla
- Disco
- Film og poppcorn
- Túr á Leynasand
- Kondibingo/postarenning
- Hugni í skúlagarðinum v/ spølum, kakao, bollar
- Svimja
- Fara til sjónleik ella í biograf
- Gongutúr
- Vitja okkurt gott spælipláss og hava matpakka við
- Sleða og eta bollar v/kakao
- Telttúr
- Felags nátturða og spøl
Foreldraráðsumboð skúlaárið 2026-27
| 1. flokkur | |||
| 2. flokkur | |||
| 3. flokkur | |||
| 4. flokkur | |||
| 5. flokkur | |||
| 6. flokkur | |||
| 7. flokkur |