Spæliliðið.
Sum ein liður í at fáa næmingarnar at vera virknari kropsliga og at bøta um trivnaðin í fríkorterunum hava vit í Kvívíkar skúla eitt spælilið.
Spæliliðið er mannað av næmingunum í 7. flokki, sum á hvørjum ári fara á skeið fyri at læra, hvussu teir best kunnu loysa uppgávuna. Spæliliðið er virkið eitt fríkorter um vikuna, har tey spæla við 1.,-3. og 4.-5. flokk uppá skift. Spælt verður bæði inni í høllini og úti í skúlagarðinum.
Spæliliðið fyrireikar nøkur spøl til hvørja ferð, greiða næmingunum frá spølunum og royna at tryggja, at allir næmingarnir hugna sær Afturfyri fær spæliliðið ein hugnatúr til Havnar, har tey hugna sær og eta saman. Ein lærari er akkersfólk og hjálpir næmingunum at skipa fyri