Útleigan av hølum.
Í Kvivíkar skúla hava vit ein snotuligan svimjihyl og fimleikahøll.
Svimjihylurin er opin fleiri dagar um vikuna, tá er ókeypis at svimja. Upplatingartíðir eru at finna á heimasíðuna hjá kommununi her
Um áhugi er at leiga hylin ella høllina, vinarliga ringi á tlf. 29 24 23. Leigarin hevur ábyrgd av at lata hølini aftur í sama standi.
Er ynski um at leiga onnur høli í skúlanum, so skal umsókn sendast til kvi@skulin.fo