Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Heilsufrøðingur

Heilsufrøðingur.

Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri fáa tilboð um regluligar fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.

Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt eygleiðir heilsufrøðingurin heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum. Foreldur og næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við heilsufrøðingin.

Nærri kunning á heimasíðuni hjá Gigni 

Heilsufrøðingur, Durita Restorff

Durita Restorff er heilsufrøðingur í Kvívíkar skúla.

Durita er at hitta á tlf nr 56 23 03 ella á telduposti duritar@gigni.fo

Hon er í skúlanum hvønn mánadag ímillum kl 8.00 og 16.00