Búmerkið hjá felagnum
Heim /

Førleikastovan.

Førleikastovan arbeiðir við støði í hugsjónini um inklusjón og hevur sum mál, at øll børn skulu kenna seg sum virknan part av felagsskapinum. Dentur verður lagdur á, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt viðkomandi og væl skipað tilboð, sum stuðlar teirra fakligu, sosialu og persónligu menning.
 

Uppgávur hjá Førleikastovuni

Førleikastovan arbeiðir millum annað við at:

  • ráðgeva lærarum og leiðslu í sambandi við næmingar, sum hava tørv á serligum átøkum ella stuðli
  • vera bindilið millum skúlan og Sernám ella aðrar viðkomandi tænastur
  • luttaka á fundum við foreldur og samstarvspartar saman við flokslærara og øðrum viðkomandi starvsfólkum
  • skipa fyri ymiskum fakligum kanningum, eitt nú innan lesing, orðblindni og støddfrøði
  • samskipa og fylgja upp upp á serundirvísing og onnur serstøk undirvísingartilboð
  • veita vegleiðing og fakligan stuðul til lærarar, námsfrøðingar og stuðlar
  • arbeiða við trivnaði, inklusjón og læringsumhvørvi í skúlanum
 

Samstarv og vitanardeiling

Førleikastovan er ein miðdepil fyri vitanardeiling og samstarv. Gjøgnum samstarv við lærarar, námsfrøðingar, leiðslu, foreldur og uttanhýsis fakfólk verður arbeitt fyri at menna góð læringsumhvørvi og tryggja, at neyðug hjálp og stuðul eru tøk, tá tørvur er á tí.

Ein vælvirkandi Førleikastova hevur stóran týdning fyri at styrkja inklusjónina í skúlanum og fyri at geva starvsfólkum fakligan stuðul í arbeiðinum við teimum ymisku tørvunum hjá næmingunum.

 

Foreldrasamstarv

Førleikastovan kann veita foreldrum ráð og vegleiðing í sambandi við spurningar um læring, trivnað og menning. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við heimini fyri at finna tær loysnir, sum gagna einstaka barninum best.