Page 1 of 6

Hesa vikuna hevur miðdeild arbeitt við Vitanarfróðu. Kanningarhátturin leggur upp til, at undrast, kanna, spyrja, granska og forvitnast. Eisini leggur hátturin upp til, at næmingarnir fortelja frá ella kunna onnur um arbeiði. Tí hava fleiri bólkar verið á kontorinum í dag, og spurt um eg kann leggja teirra arbeiði út á skúlans heimasíðu. Eitt frálíkt hugskot, sum eg sjálvandi havi játtað.

