Búmerkið hjá felagnum
24. apr. 2025

Opið hús 2025.

Í sambandi við Várdagarnar í Kvívíkar kommunu verður opið hús í Kvívíkar skúla hósdagin tann 24.04.25, kl. 14.00 - 17.00

Skrá:

 Kl. 14.00 – 17.00

      4 - 5. fl. bjóðar kaffi, te, køku og saft í køkinum

      6. fl. stendur fyri kreativari endurnýtslu verkstovu fyri børnum

      Næmingaráðið stendur fyri stórari bókaútsølu av brúktum bókum frá Bókasavninum í fimleikahøllini

Kl. 14.00 - 15.00 og 16.00 - 17.00

      7. fl./Spæliliðið skipar spøl á vøllinum

Kl. 15. 00 – 15.30

      1.- 3. fl. hevur várkonsert í samstarvi við Musikkskúlan

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!