Landsroynd 2025.
Niðanfyri sæst tíðarkarmurin fyri Landsroyndina 2025. Næmingarnir møta og fáa frí eftir vanligu tímatalvuni hesar dagar.
Landsroyndin 2025
4. flokkur
6. flokkur
týsdagin 08. apríl 2025
Føroyskt
08.15 – 09.00 Lesifatan
Føroyskt
10.00 – 10.45 Lesifatan
mikudagin 09. apríl 2025
Føroyskt
08.15 – 09.00 Staviførleiki
Føroyskt
10.00 – 10.30 Málførleiki
10.30 – 11.15 Steðgur
11.15 – 12.00 Staviførleiki
hósdagin 10. apríl 2025
08.15 – 09.00 Støddfrøði
10.00 – 11.00 Støddfrøði
fríggjadagin 11. apríl 2025
08.15 – 09.00 Náttúra og tøkni
10.00 – 11.00 Náttúra og tøkni
Leiðreglur í samband við landsroynd:
Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin Intowords, so er tað eisini loyvt. Skúlin hevur teldur og headset, men næmingarnir eru vælkomnir at hava sínu egnu headset við.
Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow
Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.
Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.